Røktarstarvsfólk til Nánd

Heimatænastan Nánd søkir eftir einum røktarstarvsfólki at byrja í føstum starvi skjótast gjørligt. Miðal arbeiðstíð er 25t/vikuna.

Vilt tú gerast partur av einum toymi, sum veitir dygdargóða tænastu til borgarar í egnum heimi, so er tað tær, vit søkja eftir. 

Til starvið krevst útbúgving sum heilsuhjálpari ella heilsurøktari. Um eingin við útbúgving søkir starvið, verður tað fyribils sett av ófaklærdum, sum síðan fær upplæring. Ófaklærd eru tí eisini vælkomin at søkja.

Arbeitt verður í dag- og kvøldvaktum og annaðhvørt vikuskifti. 

Nánd veitir heimatænastu til borgarar í Eysturkommunu og Fuglafjarðar kommunu.

Nánd leggur dent á, at tú hevur:

  • hegni og áhuga í at veita heimabúgvandi borgarum heilsustimbran og røkt
  • góð evnir at samstarva og til nýhugsan
  • jaligan hugburð, eisini til broytingar
  • koyrikort til bil

Vit kunnu bjóða:

  • eitt spennandi arbeiðspláss
  • góðar arbeiðsumstøður og fjølbroyttar avbjóðingar
  • gott tvørfakligt samstarv

Starvsetan og løn

Størvini verða sett sambært sáttmála við avvarðandi fakfeløg. Um tú ynskir fleiri upplýsingar, er tú vælkomin at seta teg í samband við Ásu Ásmundsdóttir deildarleiðara á tlf. 730 212 

Umsóknir

Umsóknir við prógvum, CV v.m. skulu sendast til asaa@eystur.fo og verða Nánd í hendi seinast 19. januar 2021