Í stóra húsinum við Ánna 3 í Norðragøtu er klædnahandilin Rokoko. Kristianna Ennigarð og mamma hennara byrjaðu handilin í Syðrugøtu (har Meltic er nú) í 1988, so í ár eru 30 ár síðan handilin lat upp. Tá seldu tey búnýti og gávulutir. Í 1991 í kreppuni, tá fólk ikki brúktu pening uppá gávulutir, fóru tær at selja klæðir, og fluttu til Norðragøtu í 1999.
Spurdar hvat eyðkennir Rokoko fram um aðrar klædnahandlar, svara Kristianna og Eydis, sum er útbúgving stylist og starvast partvís í Rokoko: “Vit hava alt – til fólk frá 0 til 100 ár.” Handilin hevur eitt ógvuliga breitt úrval av klæðum til mannfólk, konufólk og børn, ung sum eldri, umframt tógv, smykkur, sminku og undirklæði.
Eitt annað sereyðkenni er, at fólk kunnu lána klæðir heim við, um tey eru ósikkur, og lána til tey gomlu, bæði heimabúgvandi og á eldrasambýlum,sum vit hava eitt sera gott samskifti við. Hetta eru nógv fólk glað fyri, siga Kristianna og Eydis. Men er ikki vandi fyri at missa vøru? Nei, tað er næstan ongantíð ein trupulleiki. Vit hava góða goymslustýring, so vit vita altíð hvar vøran er, men fólk eru sum heild sera álítandi, leggja tær báðar afturat.
Tað er ikki lætt at reka klædnahandil í Føroyum í dag. Fleiri og fleiri handlar eru komnir ígjøgnum árini. Men vit taka kappingina upp og hava kundar kring alt landið.