Starv: Reingerðarfólk til eldrasambýlið Vesturstova

Søkt verður eftir reingerðarfólki til eldrasambýlið Vesturstova í Fuglafirði

Vit leita eftir einum dugnaligum og ábyrgdarfullum starvsfólki at gera reint á eldrasambýlinum Vesturstovu. Talan er um eitt starv á 28 t/viku at byrja 1. januar 2022. Um ein ynskir hægri brøk er møguleiki at fáa vaktir í røktini.

Vit vænta at:

  • tú ert álítandi og ábyrgdarfullur persónur
  • tú ert fyrikomandi, fleksibul og arbeiðssom/samur
  • tú ert likamliga og sálarliga væl fyri
  • tú megnar at skipa arbeiðið sjálv/ur og kann arbeiða sjálvstøðugt

Vit kunnu bjóða tær

  • Góðar arbeiðsumstøður 
  • Gott samstarv við onnur fakfólk

Starvsetanir og løn 

Starvið verða at seta sambart sáttmála við avvarandi fakfelag. Áhugaði, ið ynskja at vita meira um starvið, kunnu venda sær til Elsebeth Viðoy Simonsen, deildarleiðara á tlf. 730232

Umsóknarfreist

Umsóknir skulu verða okkum í hendi áðrenn mikudagin 8. desember 2021 á middegi. Umsóknir skulu sendast til elsebeth@eystur.fo ella til:

Nánd
Oyran 2
512 Norðragøta. 

Search by