Back

Fyribyrging

Heimavitjan 75 ár og eldri

Fyribyrgjandi heimavitjanir er eitt tilboð til fólk, ið eru 75 ár og eldri, ið ikki fáa tænastu frá Nánd frammanundan. Endamálið er at skapa tryggleika og trivnað, stuðla frískum eldri at vera verandi frísk og at fyribyrgja, at smáir trupulleikar gerast stórir. Nánd bjóðar heimavitjan einaferð um árið. Tær nýtist ikki at hava trupulleikar fyri at fáa vitjan. Tekur tú av tilboðnum, fært tú vitjan av einum starvsfólki, sum hevur heilsufakliga útbúgving og royndir í at starvast við eldri fólki.

Tú kanst fáa meira at vita um tilboðið, við at venda tær til Nánd á tlf. 730 200

Sjálvsvenjing

Nánd ynskir at skapa karmar fyri, at eldri fólk kunnu fremja egið fyribyrgjandi átak, so tey kunnu hava eitt sunt og virkið lív. Við at bjóða tilboð til sjálvsvenjing, gevur Nánd fólki í aldrinum 67 ár og eldri møguleika at ganga til venjing og fáa eitt prát og ein drekkamunn. Kostnaðurin fyri sjálvsvenjing er kr. 20,- fyri hvørja uppmøting umframt eitt árligt limagjald á kr. 125,- og kr. 50,- fyri at fáa kortlykil.

Tilboðið er undir egnari ábyrgd.

Tú kanst melda teg til sjálvsvenjing við at ringja til Kappróðrarfelagið tlf. 791054. Eftir nærri avtalu við Nánd ber eisini til at fáa vegleiðing til sjálvsvenjing frá fysioterapeuti.

Tú kanst venda tær til skrivstovuna hjá Nánd á tlf. 730 200.

Mattænasta

Tænastan er ein liður í at fremja heilsugóðan kost til fólk í økinum, ið ikki megna at matgera døgurða, ið ikki hava møguleika at fáa hjálp frá avvarðandi og annars ikki hava møguleika at fara á matstøð at keypa døgurða.

Kostnaðurin er kr. 40,- fyri hvønn døgurða, íroknað útkoyring.

Tú kanst søkja um at fáa døgurða gerandisdagar, við at venda tær til skrivstovuna hjá Nánd á tlf. 730 200.