Back

Búpláss og umlætting

Búpláss

Eldri, óhjálpin persónur, yvir 67 ár, kann fáa búpláss, um so er, Nánd metir, at tørvur er á føstum búplássi.

Eldri borgarar, ið ikki klára seg sjálvi heima við hús, hava møguleika at søkja um at fáa fast búpláss á sambýlinum í Fuglafirði, Leirvík ella Norðragøtu.

Nánd hevur tilsamans 34 búpláss í økinum, herav 5 eru demensbúplass til fólk, ið hava flytførisførleika.

Tú kanst søkja við at venda tær til skrivstovuna hjá Nánd á tlf. 73 02 00 ella við at heinta oyðublað her.

Gøtubrá

Í november 2004 lat sambýlið Gøtubrá upp í Norðragøtu. Húsið er í tveimum hæddum. Pláss er fyri 15 búfólkum, herav 5 demensplass til fólk ið hava flytførisførleika.

Ynskir tú at lata eina gávu til Gøtubrá, kanst tú flyta hana á konto 9181-1417268.

Giljagarður

Giljagarður í Leirvík lat upp tann 1. septembur 2004. Pláss er fyri 10 búfólkum.

Ynskir tú at lata eina gávu til Giljagarð, kanst tú flyta hana á konto 9181-1436475.

Vesturstova

Í 1999 lat Vesturstova upp í Fuglafirði. Húsið er í tveimum hæddum. Pláss er fyri 12 búfólkum.

Ynskir tú at lata eina gávu til Vesturstovu, kanst tú flyta hana á konto 9181-4920599.

Umlættingarpláss

Óhjálpin persónur, sum er 67 ár ella eldri, kann fáa umlætting eitt avmarkað tíðarskeið, um so er, at Nánd metir, at tørvur er á umlætting og pláss er tøkt. Heimabúgvandi, røktarkrevjandi fólkapensjónistar hava møguleika at søkja um at fáa umlætting á sambýli.

Nánd miðjar eftir at hava tilsamans 3 umlættingarpláss á sambýlunum í Leirvík, Norðragøtu ella Fuglafirði.

Tú kanst søkja við at venda tær til skrivstovuna hjá Nánd á tlf. 73 02 00 ella við at heinta oyðublað her.

N.B. Í løtuni er einki pláss til umlætting vegna bíðilista eftir búplássum.