Back
Skrivað tann 6. mars 2018

Nánd søkir summaravloysarar

Hevur tú hug at arbeiða við eldri fólki, ella hevur tú umhugsað at roynt teg á eldraøkinum, áðrenn tú velur tína framtíðar útbúgving? So gleða vit okkum at fáa eina umsókn frá tær.

Vit hava tørv á arbeiðsfólki, at arbeiða fulla ella niðursetta tíð í skiftandi vaktum,í tíðarskeiðnum frá uml. 15. juni til 20. august. Vit hava eldraheim í Fuglafirði, Leirvík og Gøtu umframt eitt dagtilhald í Fuglafirði og heima- og sjúkrarøkt.

Arbeiðið umfatar at stuðla og hjálpa eldri fólki, so tey kunnu fáa ein góðan og virknan gerandisdag. Vit leggja dent á hesi virði: at vísa álit, at fremja gleði í gerandisdegnum og at veita fakliga umsorgan.

Sí meira um okkum á www.eystur.fo

Umsóknir
Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 25. mars 2018. Umsóknir skulu sendast til: Nánd – Oyran 2 – 512 Norðragøta, ella á teldupost: nand@eystur.fo.