Back
Skrivað tann 7. januar 2019

Námsfrøðingur til Gjáa í Gøtu

Søkt verður eftir námsfrøðingi at byrja 01. februar 2019 ella skjótast gjørligt. Talan er um starv á 30 tímar um vikuna.

Í dagliga arbeiðinum leggja vit m. a. dent á:

·            at børn og starvsfólk trívast, og fáa avbjóðingar í gerandisdegnum.

·            at hava gott samstarv við foreldur og starvsfólk

·            at skapa álit og tryggleika, bæði fyri foreldur og børn.

·            at virða tað einstaka barnið

·            at ferðast nógv í náttúruni.

·            ein stovn sum leitar sær íblástur frá Reggio Emilia hugtakinum og yvirførir tað til føroyska mentan.

 

Vit ynskja at tú:

·            ert álítandi og hevur góð samstarvsevnir.

·            hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan og tryggan gerandisdag.

·            vilt vera við til at mynda og menna tað námsfrøðiliga umhvørvið.

·            undir ábyrgd av leiðslu og samstarvi við starvsfólkið, vil verða við til at mynda og menna tað námsfrøðiliga umhvørvið á Gjáa.

 

Lønar- og setanartreytir

Starvið verður lønt sambært avtalu millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

 

Umsóknir

Umsóknir við avriti av prógvi og møguligum viðmælum, skulu sendast til:

eystur@eystur.fo

Umsóknarfreistin er mánadagin 21. januar 2019.

 

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Dagbjørt Ó. Hansen, stovnsleiðara á telefon 73 00 50.

Um eingin námsfrøðingur søkir, kann hjálparfólk verða sett ístaðin í tíðaravmarkað starv.