Back
Skrivað tann 6. juni 2019

Námsfrøðingar til Frítíðarheimið í Eysturkommunu

Søkt verður eftir 4 námsfrøðingum at byrja 12. august 2019 ella eftir nærri avtalu. Talan er um 2 størv á 23 tímar og 2 størv á 20 tímar um vikuna.

Frítíðarheimið er ein stovnur fyri børn, sum ganga í  forskúla. 1. flokki og 2. flokki. Okkara arbeiðið er at skapa góðar og tryggar karmar fyri hesi børn, aftaná loknan skúladag.

 

Lønar- og setanartreytir

Starvið verður lønt sambært avtalu millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

 

Umsóknir

Umsóknir við avriti av prógvi og møguligum viðmælum, skulu sendast til:

eystur@eystur.fo

 

Umsóknarfreistin er mánadagin 24. juni 2019.

Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til leiðaran, Hanna E. Olsen, tlf. 730053

 

Galdandi fyri øll størvini er, at har eingin námsfrøðingur søkir, verður hjálparfólk sett í tíðaravmarkað starv ístaðin.