Back
Skrivað tann 31. oktober 2018

Námsfrøðingar til Brúsa

Søkt verður eftir einum námsfrøðingum fyri starvsfólk í barsilsfarloyvi – tíðarskeiðið 01. januar 2019 til 31. desember 2019.

Talan er um  starv á 30 tímar um vikuna.

 

Vit kunnu bjóða tær:

·         spennandi avbjóðingar á stovni við uml. 90 børnum – 3 barnagarðsstovur og 3 vøggustovur

·         eina stovn, har pláss er fyri øllum

·         eina stovn, har fokus er á at geva børnunum ein góðan og mennandi gerandisdag

·         ein stovn, sum byggir á viðurkennandi námsfrøði, samstarv, samskifti, álit og ábyrgd

·         jalig, opin og álítandi starvsfólk

 

Vit arbeiða við “Betri vinir” , sum er fyribyrgjandi verkætlan ímóti happing.

 

Vit ynskja at tú:

·         ert viðurkennandi

·         ert opin, erlig/ur og fyrikomandi

·         hevur góð samstarvsevnir og dugir væl at samskifta

·         ert nýhugsandi

·         sært  tørvin hjá einstaka barninum

·         sært styrkir hjá einstaka barninum

·         tekur ábyrgd

 

Lønar- og setanartreytir:

Starvið verður lønt sambært avtalu millum Føroya Pedagogfelag

og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

 

Umsóknir:

Umsóknir við avriti av prógvi og møguligum viðmælum

skulu  sendast til:

eystur@eystur.fo

Umsóknarfreistin er  fríggjadagin, 16. november 2018.

Nærri fæst at vita um størvini við at venda sær til Jóhonnu Vest, leiðara á telefon  73 00 41

Um eingin námsfrøðingur søkir, kann hjálparfólk verða sett í starv ístaðin.