Námsfrøðingur til dagstovnin Gjáa við Gøtugjógv

Søkt verður eftir námsfrøðingi  at byrja 08. mai 2023 ella skjótast gjørligt.

Talan er um starv á 30 tímar um vikuna.

Í dagliga arbeiðinum leggja vit m. a. dent á:

  • at børn og starvsfólk trívast, og fáa avbjóðingar í gerandisdegnum.
  • at hava gott samstarv við foreldur og starvsfólk
  • at skapa álit og tryggleika, bæði fyri foreldur og børn.
  • at virða tað einstaka barnið
  • at ferðast nógv í náttúruni.
  • ein stovn sum leitar sær íblástur frá Reggio Emilia hugtakinum og yvirførir tað til føroyska mentan.

Vit ynskja at tú:

  • ert álítandi og hevur góð samstarvsevnir.
  • hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan og tryggan gerandisdag.
  • vilt vera við til at mynda og menna tað námsfrøðiliga umhvørvið.
  • undir ábyrgd av leiðslu og samstarvi við starvsfólkið, vil verða við til at mynda og menna tað námsfrøðiliga umhvørvið á Gjáa.

Lønar- og setanartreytir

Starvið verður lønt sambært avtalu millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Sambært § 4, stk. 3, sbr. stk. 1 í løgtingslóg um barnaváttanir skal greitt tilskilast í starvslýsingum, at arbeiðsgevari hevur skyldu til at útvega barnaváttan, áðrenn setan verður framd. Tískil verður hervið kunnað um, at Eysturkommuna hevur skyldu til at útvega barnaváttan, áðrenn viðkomandi persónur, ið stendur til at fáa starvið sum námsfrøðingur á Gjáa, verður settur í starvið.

Umsóknir

Umsóknir við avriti av prógvi og møguligum viðmælum, skulu sendast til:

eystur@eystur.fo

Umsóknarfreistin er hósdagin 04. mai 2023.

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Rannvá R. Hentze, stovnsleiðara á telefon 73 00 50.

Um eingin námsfrøðingur søkir, kann hjálparfólk verða sett ístaðin í tíðaravmarkað starv.

Search by