Nýggi brandbilurin komin til landið

Nýggi brandbilurin hjá Sløkkiliðinum í Eysturkommunu er komin til landið.

Nýggi bilurin er ein Scania 340, ið vigar heili 18 tons. Hann er áður brúktur í Bornholm og er sera væl útgjørdur og væl egnaður til bygdasamfeløg. Harumframt vóru ymsar tillagingar gjørdar við bilin, tá Bornholm fyrra árið var í undantaksstøðu vegna nógvan kava. Bilurin er sostatt væl egnaður bæði til at basa eld, men eisini til ódnarveður, ferðsluóhapp og onnur endamál.

Gamli sløkkiliðsbilurin, ið nú er 38 ár, er ótíðarhóskandi og óálítandi, og tí hevur tørvur verið á nýggjum bili. Nú verður sløkkiliðið í Eysturkommunu útgjørt við tveimum góðum og væl egnaðum sløkkiliðsbilum.

Search by