Back
Myndir tiknar tann 29. november 2015

Konsert og bókaframløga á Báta- og Listasavninum

Tað var ein forkunnug løta á Báta- og Listasavninum í Leirvík, tá bókin Bartal og Baldur varð løgd fram.

Søgurnar um bókina, hvussu hon var hugsað, hvussu myndirnar eru fyrireikaðar og hvussu bamsurnar hava fingið sína persónligheit og sínar búnar, vóru rørandi og góvu okkum høvi at kaga inn í tað kreativa umhvørvið og tað fyrimyndarliga samstarvið.

Børn úr 3. flokki í Leirvíkar skúla sungu og staðfestu vit enn einaferð orðini hjá skaldinum Hans Andreasi Djurhuus: “Vakrast er tá smábørn syngja…” Serliga var tað norski adventssangurin, eftir Eivind Skeie og Sigvald Tveit, sum Rúni Bjarkhamar umsetti so væl til føroyskt, sum rørdi fjøldina við sínum aktuella innihaldi. Føroyski teksturin sæst her.

Grundin undir tiltakinum í gjár, er tann afturvendandi jólakonsertin hjá Moniku Stauss, violin, og Birgitte Schnakenburg, flygul, sum ár undan ári gleða við klassiskum perlum og skapa eitt avbrot í gerandisdegnum. Tær spældu aftur í gjár eitt framúr úrval!

Næsta tiltak á Bátasavninum verður 19. desember, 100 ára dagin fyri føðing Edith Piaf, navnframa franska songkvinnan. Tá verða tónleikaframførslur og framløgur um lív og tónleik hennara.

Hanna Jensen, forkvinna í Mentanarnevndini

Konsert Og Bókaframløga á Báta- Og Listasavninum

Flickr Album Gallery Powered By: WP Frank