Grótbrúgvin um Matará liðug

Nú er gangandi millum eystara og vestara áarbakka í Leirvík. Nýggj grótbrúgv er gjørd yvirum Matará niðri við krokkvøllin, og er hetta helst einasta grótbrúgv av sínum slag, sum er gjørd í Føroyum seinastu 80 árini.

Grótbrúgvin er partur av vakra felagsøkinum niðri við sandin í Leirvík, sum eldsálir í bygdini hava gingið á odda fyri at gjørt, harímillum Jógvan Elias Joensen, sum hevur tikið stig til at gera sjálva brúnna, ið Adrian Stauss Joensen og Bjartur Larsen hava gjørt.

Báðir áarbakkarnir eru eisini lagaðir við gróti, og El-Teknikk hava sett ljós í grótveggin, so Matará fer at vera upplýst um kvøldarnar. Eisini er gjørt klárt at seta ljós undir brúnna.

Eldsálir ganga undan
Arbeiðið byrjaði, tá endalig avgerð var tikin um vegin frá Norðoyatunlinum. Jógvan Elias Joensen tók tá stig til at gera ein krokkvøll niðri í Bug, har sum ‘Stórhús’ var. Krokkvøllurin stóð liðugur í 2013.

Síðan vóru hugskot uppi at venda um at gera eina strond, og Osmund Justinussen keypti eina last av sandi. Tað vísti seg skjótt, at tørvur var á meira sandi, so Jógvan Elias keypti eina last afturat, og síðan keyptu Osmund og Jógvan Elias saman eina triðju last eisini. Tilsamans eru góð 900 kubikkmetrar av sandi fluttir til strondina í Leirvík.

Seinni fór Jógvan Elias eisini í gongd við at fríðka um økið vestanfyri Matará, og eftirfylgjandi tók kommunan sær av at fríðka um økið eystanfyri ánna. Í dag var grótbrúgvin millum eystara og vestara áarbakka av Mataránni liðug, og í næstum verður farið í holt við økið uppi við vegin, har eitt fjós stutt síðan varð tikið niður.

Search by