Back
Myndir tiknar tann 8. juni 2017

Fyrstuhjálpardagur í Sóljuteigi í Brúsa

Í Brúsa hevur ein stova arbeitt við fyrstuhjálp í eina tíð. Børnini hava lært nógv ymiskt, eitt nú at steðga vanlukku, leggja í læsta liðlegu, reinsa sár og leggja plástur, at hava umsorgan fyri hvørjum øðrum, fara eftir hjálp og at ringja 112. Í dag hevur átaksleiðarin hjá Eysturkommunu, Sørin Djurhuus verið og greitt frá um vandan við eldi og hvussu vit kunnu sløkkja eld. Vit sluppu eisini at síggja útgerðina sum er í bilinum hjá átaksleiðarinum. At enda handaði átaksleiðarin børnunum heiðursprógv í fyrstuhjálp.

Børn á Brúsa Læra Fyrstuhjálp

Flickr Album Gallery Powered By: WP Frank