Back
Tíðindi
Skrivað tann 11. juni 2019

Vevmyndatól í Leirvík á altjóða heimasíðu

Vakra føroyska náttúran hevur fangað eygað hjá nógvum útlendingum. Og nú sleppa fleiri at njóta vakra útsýnið norður í hav, tá sólin setur.

Vit fingu ein fyrispurning nakað síðan frá Skyline Webcams um at fáa eitt vevmyndatól við útsýni yvir Leirvík og norður í Djúpini. Tey ynsktu at fáa eitt vevmyndatól í Føroyum og vóru bergtikin av vøkru føroysku náttúruni. Nú er nýggja vevmyndatólið sett upp.

Skyline Webcams er ein heimasíða við eini 60 mió. vitjandi um mánaðin og 750 vevmyndatólum kring allan heimin á kendum støðum so sum Rom, Venice, Times Square í New York, Prag, Milano, Madrid, Athen, Las Vegas, Rio de Janeiro – og í Leirvík.

Vevmyndirnar síggajst her.