Lívbjargari til svimjihøllina í Leirvíkar skúla

Søkt verður eftir lívbjargari til svimjihøllina í Leirvíkar skúla. Umframt at starvast sum lívbjargari, fevnir starvið um ymiskar fyrifallandi uppgávur, sum eru tengdar at rakstrinum av svimjihøllini.

Førleikar
Umsøkjarin skal vera góður svimjari og hava staðið lívbjargararoyndina, annars verður skipað fyri lívbjargararoyndini á staðnum. Heilsuváttan má útvegast.

Lønar- og setanartreytir

Arbeiðstíðirnar eru dagarnar týsdag, mikudag, fríggjadag eftir kl. 16:00, leygardag eftir kl. 14:00 og sunnudag kl. 08:00, tá svimjihøllin er opin alment.

Løn- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðarafelag og KAF.

Starvið verður sett 01. november 2024 ella skjótast tilber.

Umsóknir
Umsóknin saman við CV skal sendast til:

eystur@eystur.fo

Umsóknarfreistin er mánadagin 21. oktober 2024.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Ova Heinesen, trivnaðar – og starvsfólkaleiðara á tlf. 730012

Search by