Leys størv í Eysturkommunu

Námsfrøðingar til Gjáa

Søkt verður eftir tveimum námsfrøðingum at byrja 08. august 2022 og einum námsfrøðingi at byrja skjótast til ber. Talan er um størv á 30 tímar um vikuna.

Nærri fæst at vita um størvini við at venda sær til Dagbjørt Ó. Hansen, leiðara á telefon 73 00 50.

Námsfrøðingur til Brúsa

Søkt verður eftir einum námsfrøðingi at byrja 08. august 2022. Talan er um starv á 35 tímar um vikuna.

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Poulu Eidesgaard, leiðara á telefon  73 00 41.

Námsfrøðingar til Frítíðarheimið Gásamýri

Søkt verður eftir tveimum námsfrøðingum at byrja 08. august 2022. Talan er um eitt starv á 30 tímar um vikuna og eitt á 20 tímar um vikuna. Arbeiðstíðirnar eru seinnapartin á degi

Nærri fæst at vita um størvini við at venda sær til Honnu E. Olsen, leiðara á telefon 73 00 53.

Umsóknir

Umsóknir við avriti av prógvi og møguligum viðmælum, skulu sendast til eystur@eystur.fo

Umsóknarfreistin er mánadagin 16. mai 2022 kl. 12.00.

Lønar- og setanartreytir

Størvini verða lønt sambært avtalu millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið

Har eingin námsfrøðingur søkir, kann hjálparfólk verða sett ístaðin.

Víst verður til heimasíðuna hjá Eysturkommunu: www.eysturkommuna.fo

Search by