Kunngerð: Broyting í býarskipanini

Broyting í býarskipanini og byggisamtyktini fyri Eysturkommunu

Við heimild í Løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipan og byggisamtykt, seinast broytt við Løgtingslóg nr. 19 frá 18. mars 2013, verður við hesum uppskot til broyting í almennu byggisamtykini fyri Eysturkommunu framlagt til alment eftirlit.

Broytingin er løgd fram til almenna eftirskoðan í vanligu upplatingartíðum frá 23. apríl 2019 til og við
16. mai 2019 á kommunuskrivstovuni.

Broyting í byggisamtyktini fyri Norðragøtu fyri matrikul:

Partur av matr. 187a

Lýsing, verandi støða:
Nevndi matrikul liggur sum: Havnaøki D.

Lýsing um broytingina:
Partur av nevnda matrikul verður broyttur til: Neysta og vinnubygging við serstakari byggisamtykt G2

Broyting í tekstinum í byggisamtyktini fyri:
Áseting fyri økið G2: Neysta- og vinnuøki við serstakari byggisamtykt.

Broyting í byggisamtyktini undir Gøtueiði fyri matriklarnar:

Partur av matr. 332, 333, 334, 279a, 277a, 287a, 286a, 290a og 327.

Lýsing, verandi støða:
Nevndu matriklar liggja sum: Landbúnarøki J og Frílendi H

Lýsing um broytingina:
Partur av nevndu matriklum verða broyttir til:
Havnaøki D

Møgulig mótmæli og/ella broytingaruppskot skulu skrivliga verða kommunuskrivstovuni í hendi í seinasta lagi mánadagin 11. juni 2019.

Verandi ásetingar í byggisamtyktini

Kunngerð um broyting býarskipan og byggisamtykt fyri Eysturkommunu, BR samtykt 25. apríl 2019

Ískoyti til ásetingar í Byggisamtyktini

Broyttur býarplanur undir Gøtueiði

Broyttur býarplanur samtyktur 25-03-2019 – Kortskjal

Brot úr verandi býarplani

Brot úr verandi býarplani 07-09-2018

Search by