Kunngerð – Broyting í býarskipanini og byggisamtyktini fyri Eysturkommunu

Við heimild í Løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipan og byggisamtykt, seinast broytt við Løgtingslóg nr. 19 frá 18. mars 2013, verður við hesum uppskot til broyting í almennu byggisamtykini fyri Eysturkommunu framlagt til alment eftirlit.

Broytingin er løgd fram til almenna eftirskoðan í vanligu upplatingartíðum frá 25. mars 2019 til og við 17. apríl 2019 á kommunuskrivstovuni.

Broyting í byggisamtyktini fyri Leirvík fyri matriklarnar:

332, 361, 130, 128d og 128g og partur av vegnum P.

Lýsing, verandi støða:
Nevndu matriklar liggja sum: Miðstaðarendamál A, matr. 130, 128d og 128g, sum Sethúsaøki B, matr. 332 og 361 og partur av vegnum P.

Lýsing um broytingina:
Nevndu matriklar verða broyttir til:

Almennir stovnar E.

Broyting í byggisamtyktini fyri Leirvík fyri matrikul:

Partur av 147d og 128h

Lýsing, verandi støða:
Nevndi matrikul liggur sum: Frílendi H.

Lýsing um broytingina:
Partur av nevnda matrikul verður broyttur til:

Sethúsaøki B.

Broyting í byggisamtyktini fyri Norðragøtu fyri matrikul:

Part av 109a og vegin a

Lýsing, verandi støða:
Nevndi partur, av matriklinum, liggur sum: Fríøki H.

Lýsing um broytingina:
Parturin av nevnda matrikul, verður broyttur til:

Sethúsaøki B.

Broyting í byggisamtyktini fyri Gøtugjógv fyri matriklarnar:

35 og 26

Lýsing, verandi støða:
Nevndu matriklar liggja sum Miðstaðarendamál A.

Lýsing um broytingina:
Nevndu matriklar verða broyttir til:

Almennir stovnar E.

Møgulig mótmæli og/ella broytingaruppskot skulu skrivliga verða kommunuskrivstovuni í hendi í seinasta lagi mikudagin 08. mai 2019.

Broytingarnar síggjast í kortinum niðanfyri:

Nýggi býarplanurin

 

Verandi býarplanur

Search by