Kunngerð – Broyting í býarskipanini og byggisamtyktini fyri Eysturkommunu

Við heimild í Løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipan og byggisamtykt, seinast broytt við Løgtingslóg nr. 19 frá 18. mars 2013, verður við hesum uppskot til broyting í almennu byggisamtykini fyri Eysturkommunu framlagt til alment eftirlit.

Broytingin er løgd fram til almenna eftirskoðan í vanligu upplatingartíðum frá 30. august 2017 til og við 22. september 2017 á kommunuskrivstovuni.

Broytingin fevnir um matr. nr. 429 í úti á Vík í Leirvík:

 

Lýsing, verandi støða:

Nevndi matrikul liggur sum Landbúnaðarøki J.

 

Lýsing um broytingina:

Í sambandi við at ætlanin er at gera eina skjótibreyt verður ein partur av matrikul 429 úti á Vík í Leirvík broyttur til:

Almenn frítíðarøki og mentanarøki , áseting F

 

Møgulig mótmæli og/ella broytingaruppskot skulu skrivliga verða kommunuskrivstovuni í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 06. oktober 2017.

 

Eysturkommuna
24. august 2017

Search by