Back

Undir Gøtueiði

Lítla bygdin á Skálafjørðinum, ið ber navn eftir hvar hon liggur – undir Gøtueiðinum – er frá umleið 1860 og er sostatt yngri enn hinar gøtubygdirnar. Bygdin er vaksin saman við Skipanesi, ið er partur av Runavíkar Kommunu, og hesar verða mangan mistiknar at verða ein og sama bygd.

Bygdin hevur verið eitt knútapunkt hjá gøtufólki við tað, at gøtumenn altíð hava havt bátar liggjandi við Skipanes. Herfrá var lættari at sleppa yvirum Skálafjørðin ella suður til Havnar.

Undir Gøtueiði búgva 28 fólk.

– dagført juli 2016