Back
Dronumynd september 2016

Syðrugøta

Syðrugøta er sunnara markatalsbygdin av teimum báðum gomlu gøtu-bygdunum, og er hon frá víkingatíðini. Bygdin liggur út ímóti Gøtuvík, og mangan vetrardag kunnu íbúgvar hennara njóta vøkru sólarrenningina á havsbrúnni í eystri.

Fyrr hevur nógv verið gjørt við binding í Syðrugøtu. Tøtingarvirkið hevði sítt sæti mitt í bygdini, og framleiddi kendu føroysku Tøting troyggjurnar. Harumframt eru gøtumenn kendir fyri sín nótafiskiskap, og í dag húsast í Syðrugøtu tvey av størstu reiðaríum landsins, P/F Varðin, ið rekur nótaskipini Jupiter, Trónd í Gøtu, Finn Fríða, Saksaberg og Tummas T, og Faroe Origin, ið rekur fýra partrolarar.

Syðrugøta er kend fyri m.a. stóra sandin og árliga G-festivalin, ið setur sín serliga dám á alla bygdina, og har fleiri túsund fólk savnast úr øllum landinum umframt úr útlondum.

Í Syðrugøtu búgva 433 fólk.

– dagført juli 2016