Køksleiðari til Nánd
28. nov. 2024
Nánd søkir starvsfólk til dagligu leiðsluna av kostframleiðsluni í Nánd, har málið er at framleiða heilsugóðan mat til borgarar í Eysturkommunu og Fuglafjarðar kommunu, sum eru visiteraðir til tænastur frá Nánd.
Arbeiðið umfatar matframleiðslu til tey trý sambýlini í ávíkavist Leirvík, Norðragøtu og Fuglafirði, dagtilhaldið og døgurðar til heimabúgvandi borgarar.
Talan er um eitt nýtt starv í starvsbrøki 1,0 ella eftir ynski við starvsbyrjan 1. februar 2025 ella eftir avtalu. Tað verður eitt kombinerað starv, har leiðarin partvíst eisini luttekur í sjálvari matframleiðsluni.
Arbeiðsuppgávur
- Tú verður við til at menna ein nýggjan framleiðslukøk og samansjóða køksstarvsfólkini
- Tú skalt røkja dagligu leiðsluna og vera leiðari hjá køksstarvsfólkunum
- Umframt leiðsluna í køkinum, so inngongur tú eisini í vanligu kostframleiðsluni
- Arbeiðið fevnir m.a. um at leggja dagligu framleiðsluna til rættis, so sum at tryggja rætta dygdargóða matgerð, at tryggja mannagongdir, føðslurættan kost og at gera kostætlan
- Skipa fyri innkeypi og gera bíleggingar
- Gera mat til eldri, brúka títt hondverk, hugna og hjúkla um okkara búfólk og verja um føroysku matmentanina
- Tú sært tað sum eina dygd at brúka frískar rávørur í staðin fyri hálv- ella heilvirkaðar vørur og tú skalt leggja dent á at avmarka matoysl
- Tú fært ábyrgd av at tryggja, at køkarnir liva upp til galdandi krøv viðvíkjandi m.a. løggilding, innaneftirliti, reinføri og framleiðslu, og at kost- og føðslutilmælir verða fylgd
- Framhaldandi dagføra og hava eftirlit við innaneftirlitinum og góðskutryggja matin
- Virka fyri ráðgeving í mun til máltíðir, serkost til borgaran, og at gera mannagongdir fyri møguligar snarkanningar og endurmennandi føðslulutir
- Tú skalt kunna samskifta munnliga og skrivliga um mat og máltíðir til eldri borgarar og luttaka á fundum um kostframleiðlsu
- Tú ert tænastusinnað/ur og hevur góð tvørfaklig samstarvsevnir, har tú virkar fyri trivnaði millum starvsfólk í køkinum. Tú ert bindilið millum deildir, starvsfólk í køkinum, deildarleiðararnar og heilsustarvsfólk
- Saman við restina av leiðslutoyminum virkar fyri góðum trivnaði og góðum arbeiðsumhvørvi
- Virkar fyri, at Nánd kann taka lærlingar innan føðslu
Førleikar, útbúgving og eginleikar
- Prógv sum føðsluatstøðingur ella líknandi kostfakliga útbúgving
- Møguligar arbeiðsroyndir frá stovnskøki og at gera mat til eldri borgarar ella sjúklingar
- Møguliga leiðsluroyndir og/ella útbúgving
- Vit vænta, at tú ert røkin og arbeiðssom/-samur og ert fleksibul í mun til at loysa skiftandi arbeiðsuppgávur
- Góð tvørfaklig samstarvsevni, bæði tá tað ræður um starvsfólk, borgarar, deildir og samstarvspartar
- Góð samskiftisevni og góðan telduførleika
- Góðan førleika at miðla vitan, skrivliga eins væl og munnliga
Vit kunnu bjóða
- Ein fakliga spennandi og mennandi gerandisdag
- Felags innleiðslu í Nánd umframt upplæring á staðnum
- Dugnaligar og virknar starvsfelagar
- Gott arbeiðsumhvørvi
- Eitt eldraøki í menning
- Møguleika at hava ávirkan á egið starv
Løn- og setanartreytir
Talan er um eitt starv á starvsbrøki 1,0, og starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið / KAF og Kost- og Føðslufelag Føroya.
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Poulu Reinert-Petersen, leiðara fyri Nánd, telefon 730204 ella á teldupost poula@eystur.fo
Umsókn
Umsókn saman við prógvi og upplýsingum um útbúgving og royndir verður at senda til Nánd á nand@eystur.fo ella við posti til Nánd, Oyran 2, 512 Norðragøta.
Umsóknarfreistin er 15. desember 2024.