Klædnastylisturin við Gøtugjógv

Fyri gottt veimum árum síðan lat klædnahandilin HEMMAS upp við Gøtugjógv. Tað er 28 ára gamla Harda Emma Skoradal úr Norðragøtu, sum rekur handilin, ið selur klæðir til mannfólk og konufólk, yngri sum eldri.

Harda hevur lært til klædnaatstøðing og síðan tikið eina útbúgving sum klædnastylist aftaná. Í 2016 lat hon upp handilin Hemmas. Hon hevur altíð tíma væl handil, men bleiv serliga spent í klædnahandli tá hon fór í læru í einum.

– Klæðir eru persónlig, sigur Harda. Øll vilja síggja gott út. Eg haldi tað er stuttligt at bróta reglurnar og seta ting saman øðrvísi enn vit ofta eru von við. Men tað hevur eisini týdning, at fólk kenna seg væl í teimum klæðum tey ganga í.

HEMMAS heldur til í Brimborg við Gøtugjógv. Nógv virksemi hevur verið í bygninginum ígjøgnum árini. Millum annað hevur handil, posthús og banki verið her fyrr. Tað vóru Halldur og Marna, sum høvdu handil við Gøtugjógv í nógv ár – fyrst longur uppi í bygdini, har tað bleiv kallað ‘hjá Marnu’, og síðan í Brimborg, har tað varð kallað ‘hjá Halldur’.

– Eg hugsaði um at fara aftur til røturnar og kalla handilin H&M (Haldur og Marna), sigur Harda skemtandi, men tað hevði nokk ikki gingið. So tað bleiv til HEMMAS, ið er ein stytting av mínum fulla navni.

Skrankurin í HEMMAS er ein søga í sjálvum sær. Tað er gamli mjøldiskurin í gamla handlinum, sum nú prýðir um modernaða klædnahandilin við Gøtugjógv.

Mjøldiskurin úr gamla handlinum hjá Halldur og Marnu

SaveSave

SaveSave

SaveSave

SaveSave

SaveSave

Search by