Tiltak: Summartónar 2018

Byrjar

19. jun. 2018 kl. 20:00

Stað

Leirvíkar kirkju

Lýsing

Í samband við summartónar fara  Monika Stauss Joensen á violin og Andrea Stauss Hofmann á orgul at hava tvær konsertir.

Tann fyrsta verður ein matiné, leygarmorgun  16. juni kl. 11.30  í gomlu Havnar kirkju. Tann næsta verður týskvøldið 19. juni  kl. 20.00 í Leirvíkar kirkju.

Felagið Føroysk Tónarskald skipar aftur í ár fyri Summartónum, sum er ein røð av ymiskum konsertum, sum verða kring landið. Eitt av endamálunum við konsertrøðini er at menna føroyska tónlist. Tí er altíð nakað av føroyskum tónleiki á skránni til konsertirnar. Ofta er hetta nýskrivaður tónleikur, sum er komponeraður eftir avtalu millum tey, sum framføra og tónasmiðin.

Kristian Blak hevur skrivað 5 løg til hesar konsertirnar fyri violin og orgul.

Systrarnar báðar, Monika Stauss Joensen og Andrea Stauss Hofmann fara at spæla eina blandaða skrá frá barock til nútíðartónleik.

Monika og Andrea byrjaðu  at spæla uppá violin og klaver sjey og átta ára gamlar. Longu fýra ár seinni bergtóku tær á “Yecklin competition” í kamarmusikki í Zurich.

Andrea spælir sum organistur í ymiskum kirkjum. Hvørt ár spæla tær á ymiskum støðum í Sveis. Nú í juli fara tær at framføra somu skrá í eini røð av summarkonsertum í Sveis.

Search by