Tiltak: Sólarkaffi

Byrjar

24. feb. 2019 kl. 15:00

Stað

Bygdarhúsið í Leirvík

Lýsing

Sunnudagin 24 februar kl. 15.00 bjóðar Bygdarhúsið í Leirvík til Sólarkaffi.

Kongadagurin 11 februar er farin aftur um bak og nú fevnir sólin nærum alla bygdina eftir at hava verið burtur seinastu 3 mánaðirnar. Eins og undanfarnu mongu árini verður bjóðað til stórt køkuborð við køkum sum bygdafólkið letur.

Regin Jensen kemur at syngja nøkur løg, og listafólk úr bygdini koma at sýna fram.
Eitt Elduvíkskrov verður lutað burtur og atgongugjaldið til Sólarkaffi verður eins og nógvu undanfarnu árini óbroytt.

Search by