Tiltak: Lone Wernblad, Peter Wemö & Helgi Midjord í Tøting

Byrjar

29. apr. 2017 kl. 20:00

Stað

Tøting í Syðrugøtu

Lýsing

Eitt kvøld í Syðrugøtu við dugnaligum sangskrivarum og góðum huglagi. Tríggir sangskrivarar úr trimum londum, koma saman í Tøting, og sýna fram tónlistina ið brennur í teirra hjørtum.

Lone Wernblad úr Danmark og Peter Wemö úr Svøríki, eru á ferð í norðurlondum saman, har tey bæði saman spæla konsertir fyri börnum og vaksnum. Á konsertini í Tøting verður skráin í høvuðsheitinum tilætlað teim vaksnu, tó kunna børn og barnsligar sálir óiva fáa gleði av tónleikinum.
Tey eru bæði virknir sangskrivarar, ið dáma væl at lýsa gerandisstøður í teirra tekstum. Duettin gevur teimum høvi at leggja fleiri løg á, bæði musikalt og vokalt, ið skapar eina størri og prúðari ljóðmynd. Tey framføra flest egin løg, men geva stundum pláss til at hugdýpa seg í aðrar vísu-skattir, ið onnur hava lagt eftir seg.

Helgi Midjord er fuglfirðingur, og er tí kendur um okkara leiðir. Helgi er ein sera dugnaligur fjøllistamaður, hvørs skapandi hendur og hugflog hava dugna til mong framúr listarverk, bæði við pensli, høggijarni og plektara. Leygarkvøldið verður tað plektarin ið verður drigin upp úr hattinum, og kemur hann við sínum yndisligu vøkru sangum, at leggja lunnar undir enn eitt hugnaligt tónleikakvøld í Tøting.

Atgongumerki á 150 kr. (tó bert 100 kr. fyri limir í Grót), fáast við dyrnar frá kl. 19.30.

Search by