Tiltak: Kvøldskúlaframsýning í Gøtu skúla

Byrjar

2. apr. 2017 kl. 17:00

Endar

2. apr. 2017 kl. 21:00

Stað

Gøtu skúli

Lýsing

Kvøldskúlin í Eysturkommunu bjóðar til framsýning í Gøtu skúla sunnudagin 2. apríl frá kl. 17.00-21.00. Á skránni eru tónleikaframførslur frá næmingum og framsýning av handaligum arbeiði innan maskinbinding, myndlist og glaslist.

Í ár fær Kvøldskúlin eisini vitjan av Lávusarhúsið, sum fer at sýna fram bundnaturriklæði sum 10-12 luttakarar á verkstovu í Lávusarhús hava gjørt.
Skráin sær soleiðis út:
Hans Mourits Foldbo, formaður í Mentanarnevndini, bjóðar vælkomin
Barnakórið við Martu á Lakjuni syngur
Næmingar hjá Anju Hansen spæla klaver
Framsýning av handaligum arbeiði innan maskinbinding, glaslist myndlist

Øll eru hjartaliga vælkomin til framsýningina.

 

Search by