Tiltak: Hugnakvøld við Bjørn Hentze Bech

Byrjar

23. mar. 2019 kl. 21:00

Stað

Tøting í Syðrugøtu

Lýsing

Leygarkvøldið 23. mars verður eitt heldur sjálvsamt tónleikatiltak undir okkara taki, eitt tiltak ið osar av hugna og góðum huglagið.
Tónleikurin verður sjálvandi í hásæti, eisini hetta kvøldið, tá vit fara skipað fyri einum hugnaligum café-kvøldið, har ungi og sera væl upplagdi Porkerningurin, Bjørn Hentze Bech, kemur at spæla tónleik úr farnum tíðum.

Bjørn er vorðin sera væl umtóktur við útvarpssendingini Afturljóð, og hevur síðani eisini verið nógv umbiðin at diska til ymisk tiltøk.

Diska verður við føroyskum slagarum, umframt kendum klassikarum sum Elvis, Jerry Lee Lewis, The Beatles, Faroe Boys og fleiri.
Vit fara eisini at geva pláss fyri at fara uppá gólv, sum fleiri uttan iva fara at ynskja sær.

Vit gleða okkum til eitt hugnaligt kvøld í Tøting saman við Bjørn Hentze Bech og tykkum øllum.

Limir í Grót hava ókeypis atgongd til café-kvøldið, fyri onnur er kostnaðurin 150 kr.

Kl. 18.30 sama kvøld, hevur Tónleikasamtakið Grót ársaðalfund í Tøting, bert limir í Grót hava atkvøðurætt á aðalfundinum.

Search by