Tiltak: Hugnakvøld á Bátasavninum v/Martin og Ingvard Fjallstein

Byrjar

28. feb. 2017 kl. 19:30

Stað

Bátasavnið í Leirvík

Lýsing

Kvøldið verður býtt í tveir partar. Ímillum verður steðgur við einum drekkamunni. Eisini verður felagssangur við tónleiki. Atgongumerkið 30 kr.

Skonnartin Telefon, sum sakk niður við Seiðafles í 1911
Martin Fjallstein hevur leitað fram skjøl í Havn og í Oslo um hesa fullfermdu norsku skonnartina, sum í juli 1911 rak á land inni á Høvda og stutt eftir sakk har. Greitt verður frá umstøðunum, hendingini og uppboðssøluni, sum var stutt eftir, har leirvíkingar og fólk úr øllum landinum bjóðaðu upp á teir 600 lutirnar.

Myndabrot um Leirvík í sjeytiárunum
Ingvard Fjallstein hevur fingist við fotografering frá ungum árum av. Hann fer at vísa og siga frá myndum úr seytiárunum. Ofta framkallaði Ingvard myndirnar sjálvur í einum myrkakamari, sum hann hevði gjørt sær í kjallaranum. Í hugleiðingunum leitar hann aftur á slóðina – hugleiðingar úr einum myrkakamari.

Search by