Tiltak: Kvøldseta: Hoyr um lívið í roykstovuni

Byrjar

20. sept. 2021 kl. 19:30

Stað

Báta- og Listasavnið

Lýsing

Nem við tógvið. Royn at karða. Hoyr allar søgurnar. Vælkomin til kvøldsetu á Báta- og Listasavninum mánadagin 20. september kl. 19:30.

Dorthea Joensen frá Búnaðarstovuni kemur at greiða frá, hvussu ullamóttøkan virkar og hvat føroysk ull verður nýtt til í dag. Andrass Joensen kemur somuleiðis at vísa okkum sínar hondgjørdu lutir. Karðar, stokkar, hesputrø og ein rokk millum mangt annað.

Í kaffisteðginum verður søtt at smakka og gátur at gita.

Kostnaður fyri tiltakið er 50 kr.

Search by