Tiltak: Hanus G. Johansen og Lyra fra Nord í Tøting

Byrjar

12. mai. 2018 kl. 20:30

Stað

Tøting í Syðrugøtu

Lýsing

Atgongumerki á 150 kr. (tó bert 100 kr. fyri limir í Grót), fáast í forsølu her https://gfestival.fo/products

Hanus G. Johansen
Vit gleða okkum at fáa vitjan av føroya fremsta vísusangara Hanus G. Johansen, og enduruppliva Hanus júst sum hann er.
Hanus hevur alt sítt lív ríkað okkara mentan við sínum løgum og sangi, og hevur givið nógvum av okkara bestu yrkingum nýtt lív.
Hanus kemur at syngja burturúr sínum stóra sangsavni, júst tað hann hevur uppá hjarta hetta várkvøldið í Tøting.

Lyra fra Nord:
Tónleikur og frásøga um Eyð Djúphugaðu.
Ein lýsing av eini víkingakvinnu, ið var fødd í Norra í 800 árunum, sum aftaná eitt skakandi lív, endaði sínar dagar sum landnámskvinna í Íslandi.
Framførslan sigur frá lívinum hjá Eyð (Unn den Djuptenkte), sum tað er skriva í Laksdøla saga. Tá hon fór úr Norra, kom hon fyrst til Føroya, til Gøtu, har hon gifti burtur eitt ommubarn, áðrenn hon sjálv fór víðari til Íslands.

Lyra fra Nord eru:
Tone Holte (NO)
John Vedde (NO)
Rolf Agaton (SE)

Search by