Tiltak: Glataðu Spælimennirnir & Maria Palmqvist

Byrjar

25. nov. 2017 kl. 20:30

Stað

Tøting í Syðrugøtu

Lýsing

Glataðu spælimenninir var ein føroyskur tónleikabólkur, sum var mest virkin í 1980-árunum. Bólkurin gav út eina lp-plátu í 1982 við heitinum Gluggamynd, talan er um vísu og fólkatónleik.
Tvey systkin úr Vági, Pauli og Jacobina Hansen (nú Jacobina Ellingsgaard), sungu sangirnir, syskini bæði hava smíðja tey flestu løgini, fleiri teirra til yrkingar hjá T.N. Djurhuus, tó hevur skaldið Jóanes Nielsen skrivað yrkingina Til Boga og allar nýføðingar í verðini, sum var fyrsti sangur á plátuni. Gluggamynd stendur enn tann dag í dag, sum ein varði í Føroyskari tónleikasøgu.

Nú 35 ár seinni, hevur tú høvi at uppliva hendan sera forkunnuga og serliga bólk í Tøting í Syðrugøtu, tey ið koma at mynda bólkin verða Jacobina Ellingsgaard – Sang, Pauli Hansen – Sang og gittar og Arnbjørn Sivertsen – gittar.

https://www.youtube.com/watch?v=xto1hVivkuU&list=PLiFrpckq2WcEUX72OkkuPAN1AozJn4_wS

Maria Palmqvist er svensk jazz/folk-sangarinna, ið kemur til Føroya at framføra saman við nøkrum Føroyskum tónleikarum.
Unga dugnaliga kvinnan úr Gøteborg, er høgt í metum sum sangarinna í Svøríki. Maria er sera fjølbroytt í sínum sangi og tónleiki, og ferðast tvørturum ymiskar tónleikagreinar.
Hennara fyrsta útgáva kemur á marknaðin í 2018
Sí video niðanfyri.

https://www.youtube.com/watch?v=6tbm5tiiUb4 

Ymiskt gott jólaligt verður at fáa til keyps.

Atgongumerki kunna keypast í forsølu her:
https://gfestival.fo/products?_ProductFilterIds=1:13
ella við dyrnar frá kl. 20.00.
Kostnaður 150 kr. (Tó bert 100 kr. fyri limir í Grót)

Search by