Tiltak: Gittarkonsert – Leo Brouwer 80 ár

Byrjar

2. mar. 2019 kl. 16:00

Stað

Býráðshúsið, Oyran 2, 512 Norðragøta

Lýsing

Ein hin fremsti innan gittarheimin, Leo Brouwer, verður 80 ár 1. mars 2019.

Í hesum sambandi verður skipað fyri gittarkonsert í Býráðssalinum.

Fyrireikararnir stremba eftir, at konsertirnar røkka til eina breiða fjøld av áhugaðum og hava tí fingið bæði yrkisgittarleikarar, lesandi á tónlistarskúlum og framkomnar, blaðungar tónleikarar at framføra eitt breitt úrvæl av tónleikinum hjá Leo Brouwer.

Allur tónleikurin á konsertini er skrivaður av kubanska tónaskaldinum.

Search by