Tiltak: Fyrilestur og stovnandi aðalfundur

Byrjar

14. jan. 2018 kl. 15:00

Stað

Glyvrahanusar hús

Lýsing

Komandi sunnudag 14. januar kl 15 verður fyrilestur um føroyskt træskipasmíð og serliga FD 343 Gæsa (Brynhild). Fyrilesturin verður í Glyvrahanusar húsi í Norðragøtu.

Óli Olsen, fyrrverandi sjómansskúlalærari og rithøvundur at fleiri bókum og greinum um føroyska skipasøgu, fer at halda fyrilestur um føroyskt træskipasmíð og serliga tey árini tá dekksbátar (sluppungar) – sum loystu róðrarbátarnar av – blivu smíðaðir í Føroyum. Eisini fer Óli at siga frá søguni um dekksbátin FD 343 Gæsu (Brynhild). Brynhild varð bygdur av Jógvan Hansen (í Skálum) niðan fyri kirkjuna Vestmanna og stóð liðugur í august 1919. Fyrstu eigarar vóru Thomas Jacob Thomsen keypmaður og bróðurin Peter Jacob Elias Thomsen í Norðragøtu. Seinni nøvn á bátinum blivu Leynarfossur 1939-1973 (Klaksvík og Saltnes), Skorhamar 1973-2007 (Klaksvík) og nú Gæsa 2007- (Gøta).

Eftir fyrilesturin uml. kl 16 verður stovnandi aðalfundur av felag, sum hevur til endamáls at varðveita FD343 Gæsa (Brynhild).
Í løtuni eigur Gøtu fornminnissavn bátin og hevur verið arbeitt við at gera hann í stand seinastu 2 árini (Sí facebookbólk: FD 343 Gæsa (Brynhild)). Ætlanin er at gera hann í upprunaligan stand og eisini at fáa segl á bátin, so hann kann sigla og samstundis verða partur av savninum Blásastova.

Search by