Tiltak: Flutningsbátar hjá gøtumonnum – Hvanngarðurin og Gøtutróndur

Byrjar

24. feb. 2019 kl. 15:00

Stað

Gøtu skúli

Lýsing

Sigfríður Joensen og Andrass Joensen fara at siga frá um flutning og flutningsbátar hjá gøtumonnum. Serliga verður tosa um Hvanngarðin og Gøtutrónda. Hvanngarðurin var bátur hjá syðrugøtumonnum og stóð norðanfyri Skipanes, meðan Gøtutróndur var bátur hjá norðragøtumonnum og stóð í Tróndarneystinum sunnanfyri Skipanes. Hvanngarðurin er elsti føroyski báturin, sum enn er í varðveitslu. Hann var smíðaður uml. 1830 og hevur síðani 1937 verið í varðveitslu í Oslo í Noregi. Gøtutróndur er í varðveitslu á Tjóðsavninum, har hann er partur av bátaframsýningini.

Search by