Tiltak: Dánjal og Afenginn í Tøting

Byrjar

7. apr. 2018 kl. 20:30

Stað

Tøting

Lýsing

Atgongumerki á 150 kr. (tó bert 100 kr. fyri limir í Grót), fáast til keyps í forsölu her.

Her fært tú tvær sprænandi orkukeldur í einum potti, alt undir sama taki, sama kvöld og fyri bert eitt atgongumerki.

Bastard etno og filosofiskt rock’roll.

Bólkarnir Dánjal og Afenginn fara nú á pall saman. Tey hava roynt hetta einaferð áður, og var hetta avbera væl eyðna. Tað sveimandi og fjøltáttaða úttrykkið hjá Afenginn sett saman við tí kraftmikla og stramma hjá bólkinum Dánjal.
Báðir bólkar hava tað til felags, at vøkru og ofta fólkaligu melodiirnir eru kjarnan í tónleikinum.

Tað verður eitt 9 mans orkestur, við sjálvsama evnaríkum tónleikarum úr flestu norðanlondum, sum fer at deila tónar og kærleika sínamillum og við tykkum sum koma at lurta. Tað er nevniliga tónleikurin, sum hevur skapt hesi vinarbond tvørtur um landamørk.
Tónleikurin hjá Kim Nyberg og Dánjal á Neystabø, sum møttust á Loppen á Christiania fyri 12 árum síðan. Tónleikurin, sum í sínum uppruna formi bara eru tónar og orð, men sum síðani er blivin til nakað so nógv størri, nevniliga kærleika millum menniskju.

Ætlanin er, at báðir bólkarnir spæla í senn, soleiðis at løgini smelta inn í hvørt annað, sum tveir kroppar undir somu dýnu

Afenginn
Bólkurin, sum er stovnaður í 2002, er í dag eitt altjóða navn og hevur vunnið eitt hav av virðislønum – seinast Dansk Musikers Forbunds Livepris 2015. Eisini er bólkurin róstur til skíggja av ummælarum, bæði úti og heima – seinast í Gaffa har teir fingu 5 stjørnur fyri fløguna OPUS sum júst er útkomin.

Afenginn hevur útgivið 6 fløgur, spælt við symfoni orkestrum, luttikið í ballet framførslum og spælt við klasiskum kórum. Teirra lívssterka og serstaka samansjóðan av norðurlendskari melankoli og villum Balkan hevur tikið teir til konserthús og festivalir kring allan heim.

Dánjal
Bólkurin Dánjal, er ein norðurlendskur bólkur, har frontmaðurin, sum eitur Dánjal á Neystabø er úr Føroyum. Dánjal hevur seinastu árini spælt sera nógv í runt um í Europa, og er róstur avbera nógv fyri sínar “live” framførslur. Bólkurin hevur útgivið 3 fløgur, sum allar hava fingið sera góð ummæli, bæði í Føroyum og uttanlanda. Dánjal var millum annað tilnevndur í Danish Music Award-Folk sum: “Bedste sangskriver”, “Bedste sang”, “Årets album”, “Årets talent” og “Årets live act”

Tónleikur er ein blanding av poppi, folkatónleiki við íslettum frá klassiskum tónleiki. Bretski tónleikaummælarin Chris Nickson, segði tað rættiliga væl við hesum orðum: “they’ve managed that rarest of things: to blend philosophy with rock’n’roll. It’s pop music for the thinking person.”

———————

Dánjal á Neystabø greiðir frá:

” Tað var á G! í 2005 at eg fyri fyrstu ferð upplivdi Afenginn. Dett upplivili…! nokk millum størstu tónleika upplivilsi eg beri tann dag í dag.

Sjálvur var eg just afturkomin úr Hollandi har eg, meðan eg gekk á Konservatorium í Groningen, hevði hitt nakrar ungar menn úr Bulgaria. Vit búðu saman í eini lítlari íbúð uttan ljós og hita, har vit spældu tónleik hvønn dag frá morgni til myrkurs. Hesir frálíku tónleikarar opnaðu eygu míni fyri tónleiki úr Balkan londunum. Teir spældu skjótt, avbera skjótt, skjótari enn nakar eg hevði spælt við áður, og í rytmum eg hvørki fann høvd ella hala á.

Aftur til G!

Har stóð eg, á spæliplássinum í Syðrugøtu og sá Afenginn elagant og lættliga blanda hendan áður nevda sveittandi Balkan tónleik við tónleik, sum eg kendi, og sum lá mær nær, millum annað fólkatónleik úr Norðurlondum og klassiskan tónleik. Og tað var í hesi løtu, at eg avgjørdi at hesum monnum mátti eg arbeiða saman við.

Longu tvey ár seinnri bleiv hesin dreymur til veruleika. Eg var liðugur at lesa tónleik í Svøríki og júst fluttur til Keypmannahavn, har eg, meir ella minni, stóð á berum.
Eg hevði ein hóp av tónleiki, sum eg ynskti skuldi síggja dagsins ljós, men eg kendi ongar tónleikarar í Danmark – Mær tørvaði ein bólk.
Eg tók meg saman og fór á konsert hjá Afenginn, og hóast eg var um at pissa í buksurnar av ræðslu, fór eg yvir til Kim (sum er frontmaður í Afenginn) og fríggjaði.

Og her byrjaði eitt vinarlag, millum meg, Dánjal á Neystabø og Kim Nyberg, ein villmann úr Finlandi.

Síðan tann dag munnu tað vera fáar fløgur vit havi givið frá hondum uttan eitt hjálpandi oyra frá hvørjum øðrum. Og eftir hondini skifta tónleikarar millum bólkarnar Dánjal og Afenginn, sum onnur skifta hosur. ”

Tónleikarnir eru:
Dánjal á Neystabø: Sang og klaver
Kim Nyberg: Mandolin
Kristoffer Nybye: Klarinett og Sang
Angelika Nielsen: Violin
Niels Skovmand: Violin
Ulrik Brohuus: Trummer, slagverk og sang
Erik Olevik: Sello og Bass
Mette Heister: Sang og Slagverk
Jonas Nakel: Ljóðdesign
Vit hava sera nógvar stórar og minniligar lötur frá hesum báðum bólkum ígjögnum nógv ár, við framförslum í Töting, á G! og á Hoyma.

 

Search by