Tiltak: Árligi ruddingardagurin í Eysturkommunu

Byrjar

22. mai. 2019 kl. 16:30

Lýsing

Árligi ruddingardagurin verður mikudagin 22. mai, frá kl. 16.30 til uml. kl. 20.00

Dagurin byrjar við høsnarunga og chips til øll, ið taka lut í ruddingini. Vit møta frá kl. 16.30 til kl. 17.15:

í skúlagarðinum í Gøtu ella
í skúlagarðinum í Leirvík
Síðan verður farið at rudda í og kring bygdirnar frá kl. 17.15 til uml. kl. 20.00.

Øll gevast at rudda kl. 19.45. Øll, ið hava luttikið í ruddingini, bæði úr Leirvík og Gøtu, savnast í skúlagarðinum við Gøtugjógv kl. 20.00 til ein kaffimunn við kringlu e.ø. og saft til børnini.

Aftur í ár fær hvørt húski, ið hevur luttikið í ruddingini, plantupakka heimaftur við. Hesin verður útflýggjaður í sambandi við kaffimunnin í skúlagarðinum við Gøtugjógv kl. 20.

Search by