Tiltak: Afrikanska soul/gospel sangarinnan Joanita hevur konsert í Tøting

Byrjar

31. mar. 2017 kl. 21:00

Stað

Tøting í Syðrugøtu

Lýsing

Afrikanska soul/gospel sangarinnan Joanita, kemur til Føroya og í Tøting, við síni stóru og vøkru songrødd.

Joanita er búðsitandi í Danmark, og er gift føroyinginum Daniel Zachariassen. Tey leita nú aftur á tær gøtur, har maður hennara hevur traðka síni barnaspor, og fingið sín tónleikaliga íblástur.
Daniel spælir sjálvur trummur í bólkinum, ein bólkur ið telur heili 9 tónleikarar, har flest teirra eru føroyingar, búðsitandi í Danmark.

Joanita er væl kend í Gospel-umhvørvinum í Danmark og aðrastaðni við, har hon hevur ferðast í mong ár. Joanita hevur eitt nú sungi við nøvnum sum Etta Cameron, Don Moen og Alvin Slaughter. Joanita hevur somuleiðis havt heiðurin at syngja fyri Margrethu Drotning og Desmond Tutu.

Atgongumerki á 150 kr. (100 kr. fyri limir í Grót), fáast online her:
https://gfestival.fo/products
ella við dyrnar frá kl. 20.00.

 

Tónleikasamtakið Grót

https://www.facebook.com/events/1564786820205615/

Search by