Tiltak: Aðalfundur hjá kappróðrarfelagnum Tindi!

Byrjar

13. jan. 2018 kl. 19:00

Stað

El-talvuvirkið í Norðragøtu

Lýsing

Aðalfundur felagsins verður í Eltalvuvirkinum leygardagin 13/1-2018 klokkan 1900.

Á ársaðalfundinum er fundarskráin hendan:
* Val av fundarstjóra.
* Frágreiðing nevndarinnar fyri farna árið.
* Framløga av roknskapi og fíggjarstøðu til góðkenningar.
* Val av nevndarlimum og tiltakslimum.
* Val av grannskoðara.
* Innkomin mál.
* Ymiskt.

Nevndin telur 5 fastar limir og 2 tiltakslimir.
Felagið verður stýrt av eini 5 manna nevnd. Nevndarlimir verða valdir annaðhvørt ár. Soleiðis at annaðhvørt ár standa 2 fyri vali og annaðhvørt ár standa 3 fyri vali. Tiltakslimir verða valdir hvørt ár. Nevndin skipar seg sjálv.

Vinarliga
Nevndin

Search by