Húsavørður til skúlarnar í Eysturkommunu

Søkt verður eftir einum húsavørði til skúlarnar í Eysturkommunu at byrja 01. mars 2020 ella skjótast gjørligt. Talan er um skúlarnar í Gøtu og Leirvík, umframt svimjihøllina í skúlanum í Leirvík.

Uppgávur:

Viðlíkahald og røkt av skúlunum, at røkja økið uttan um skúlarnar og at hava eftirlit við hita-, vatn- og elskipan á skúlunum. Taka vatnroyndir í svimjihylinum, senda hesar til rætta myndugleika og syrgja fyri at hesar lúka ásett heilsufrøðilig krøv. Tann setti, skal eisini samskipa reingerð av skúlunum umframt at tann setti kann taka á seg aðrar uppgávur í kommununi.

Førleikar:

Tað er ein fyrimunur at tann setti hevur  handverkaraútbúgving ella royndir innan økið, gott yvirlit og góð evni at samstarva.  Góður telduførleiki er ein fyrimunur.  Somuleiðis er tað ein fyrimunur, um umsøkjarin hevur góðan førleika at handfara og røkja elektriska útgerð (teldur, ljóðútgerð og ljósútgerð) og hita- og luftskiftisskipanir.

Eginleikar:

Arbeiðið inniber dagligt samskifti við næmingar og starvsfólk á skúlunum, og tí er týdningarmikið, at tann, ið sett/ur verður, er fyrikomandi og dugir væl við fólki.

Løn:

Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og avvarðandi yrkisfelag.

Umsóknir

Umsóknir við avriti av prógvi og møguligum viðmælum, skulu sendast til:

eystur@eystur.fo

Umsóknarfreistin er týsdagin, 25. februar 2020.

 
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til John Høgnesen, rakstrarleiðari, telefon 730026.