Back
Skrivað tann 8. februar 2018

Húsavørður til Eysturkommunu

Eysturkommuna søkir eftir húsavørði at byrja skjótast gjørligt. Húsavørðurin kemur, í tøttum samstarvi við rakstrarleiðaran, at hava ábyrgd av rakstri og viðlíkahaldi av bygningum hjá Eysturkommunu.

Arbeiðsuppgávurnar eru:

  • At røkja og viðlíkahalda bygningar hjá Eysturkommunu
  • At røkja og viðlíkahalda økið rundan um bygningar hjá  Eysturkommunu
  • At skipa vaskingina saman við vaskifólki
  • At syrgja fyri at hita-, vatn-, ventilatión- og el- skipanir virka á nøktandi hátt
  • Aðrar fyrifallandi uppgávur

Vit vænta, at tú:

  • Hevur handverkaraútbúgving
  • Hevur gott handalag og hevur gott eyga fyri røkt
  • Ert ágrýtin, nærlagdur, skipaður og dugir væl at arbeiða sjálvstøðugt
  • Dámar eitt arbeiði við fjølbroyttum uppgávum
  • Hevur góð samstarvsevni, ert tænastusinnaður og góður at heita á
  • Hevur telduførleika á brúkarastigi
  • Setanar- og lønartreytir:

Talan er um eitt fulltíðarstarv. Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum avvarandi yrkisfelag og KAF.

Nærri upplýsingar:

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Agnar Josephsen Rakstrarleiðara á 730026 ella við telduposti til agnar@eystur.fo.

Umsókn:

Umsóknir við avriti av prógvi og møguligum viðmælum skulu vera Eysturkommunu, Oyran 2, FO – 512 Norðragøta ella agnar@eystur.fo,  í hendi í seinasta lagi  mánadagin, 26. februar 2018 kl. 12.00.