Bóndahjúnini Bára og Janus Joensen reka Varmakeldugarðin í Gøtudali. Janus rekur garðin fulla tíð, meðan Bára hjálpir til, tá á stendur. Annars arbeiðir Bára sum lærari á Serbreytini á Tekniska skúla í Klaksvík.
Bára hevur altíð havt áhuga fyri ferðavinnuni, og tí valdi hon at taka útbúgving sum ferðaleiðari í 2012. Hon hevði arbeitt við fleiri hugskotum um øðrvísi tilboð til ferðafólk, tá ein veitari setti seg í samband við Báru, tí hann leitaði eftir einum føroyskum garði, sum hann kundi vísa ferðafólki. Hetta var byrjanin til Heimablídni, sum Bára stovnaði seinni sama árið.
Heimablídni snýr seg í stuttum um, at Bára bjóðar ferðafólki heim til sín, har tey fáa møguleikan fyri at royna føroyskan mat, og síggja eitt føroyskt húsarhald. Harumframt hava ferðafólkini møguleika fyri at vitja Varmakeldugarðin, har Bára greiður frá um føroyskan landbúnað. Um ferðafólkini hava áhuga fyri tí, so bjóðar Bára eisini ein túr oman í Blásastovu, har hon greiðir frá. Hetta plaga ferðafólkini at vera glað fyri, tí hetta gevur teimum ein møguleika fyri at síggja, hvussu fólk livdu fyrr, í mótsetning til hvussu vit liva í dag.
Umframt at vera glað fyri at sleppa inn í eitt føroyskt heim, dáma ferðafólkini eisini væl at ganga runt í grannalagnum og síggja hvussu frítt børnini spæla.
Føroyskur matur frá Varmakeldugarðinum
Heimablídni bjóðar fýra ymiskar pakkar, sum fevna seg um ein føroyskan brellbita, miðmála, grýturætt og eina 4-rættaða matskrá. Allur maturin sum tey bjóða er føroyskur, og framleiddur á Varmakeldugarðinum. Ein 4-rættað matskrá kann verða so ljóðandi:
Bára ger allan matin sjálv, men um hon hevur stórar bólkar, so fær hon hjálp til at servera.
Ferðafólk úr øllum heiminum
Ferðafólkini, ið hava verið á gátt, koma úr øllum heiminum, men serliga eru tað amerikanarar, danskarar og norðmenn sum vitja. Støddin á bólkunum er sera ymisk, men hon hevur tó eitt minsta- og hægstamark, sum eru ávikavist 2 og 45 fólk. Felags fyri øll ferðafólkini er, at tey lata sera væl at tí føroyska matinum. Serliga tað ræsta kjøtið, tær føroysku pylsurnar og blóðpannukøkurnar verða væl móttiknar.
Bára heldur, at orsøkin til at Heimablídni verður so væl móttikið er, at her koma tey heilt tætt at okkara mentan og okkara livimáta. Tey leggja serliga stóran dent á nærveruna, og tað merkja ferðafólkini eisini.
Áhugi alt árið
Áhugin fyri at vitja í Eysturkommunu er vaksandi. Fyrstu tíðina hevði hon bert bókingar í summarmánaðunum, men nú hevur hon bókingar alt árið. Serliga vaks áhugin, eftir at hon fekk eitt samstarv við Visit Faroe Islands, sum nú vísir á Heimablídni á teirra heimasíðu.
Umframt Heimablídni og Varmakeldugarðin hevur Bára eisini havt “Jólafjósið” í fleiri ár. Ímeðan Heimablídni serliga vendir sær til útlendingar, so eru tað mest føroyingar, ið vitja Jólafjósið. Har er møguleiki fyri at koma heilt nær at djórunum á garðinum, umframt at man kann keypa heimagjørd bomm og føroyskan mat, sum tey sjálvi hava framleitt.
Viðvíkjandi framtíðarætlanum fyri Heimablídni sigur Bára, at fyri hana er tað týdningarmikið, at hon ikki gloypur bitan ov stóran, tí hetta er bert eitt áhugamál. Tískil leggur hon fyrst og fremst orku í at varðveita Heimablídni, sum tað er nú.