Vit søkja eftir heilsuhjálpara til eldrasambýlið Gøtubrá. Gøtubrá er í tveimum hæddum og umfatar tvær eindir við 18 plássum tilsamans. Starvið er á ovaru hæddini, har tað eru 10 pláss. Á Gøtubrá arbeiða heilsurøktarar, heilsuhjálparar, sjúkrarøktarfrøðingar, hjálparfólk umframt køks-og reingerðarfólk.
Dámar tær væl at arbeiða við eldri fólki og fyri at skapa teimum ein góðan og virknan gerandisdag, so er tað møguliga tær vit leita eftir.
Talan er um eitt starv á 32 tímar um vikuna. Arbeiðstíðirnar eru dag-, kvøld- og náttarvaktir og annað hvørt vikuskifti at byrja 1. apríl 2024 ella skjótast gjørligt.
Vit vænta at tú:
Um eingin við útbúgving sum heilsuhjálpari søkir, kann umsøkjari við aðrari útbúgving so sum ergoterapeutur ella ófaklærdur við royndum innan eldraøkið verða settur ístaðin.
Vit kunnu bjóða tær
Starvssetan og løn
Starvið verður sett sambært sáttmála við KAF/Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag.
Áhugað kunnu fáa meira at vita um starvið við at venda sær til Edit Andreasen, deildarleiðara, tlf. 730252 og teldupost edit@eystur.fo
Umsókn saman við prógvum, tílvísingum v.m. skulu sendast til: edit@eystur.fo ella Nánd, Oyran 2, 512 Norðragøta. Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 12.03.2024.
Meira kann lesast um visjón, missión og virðir hjá Nánd her