Back
Skrivað tann 15. mars 2017

Gartnari til Eysturkommunu

Hevur tú grønar fingrar og áhuga fyri at skapa, røkja, menna og leggja ætlanir fyri umhvørvið, kunnu vit bjóða tær eitt starv sum gartnari í Eysturkommunu at byrja skjótast gjørligt.

Eitt framtíðarmál, Eysturkommuna hevur sett sær, er at fríðka og at skapa trivna í kommununi. Sum ein part av hesi ætlan vil Eysturkommuna virka fyri, at fríøki, sniðgøtur, áir v.m. verða meira sjónlig og áhugaverd fyri borgarar, vinnulív, ferðavinnu og onnur áhugað.
Umframt gartnaraarbeiði ynskir Eysturkommuna, at tann sum settur verður, hevur førleika og áhuga at skapa grøn øki, sniðgøtur, frítíðarøki og annars karmar í eini kommunu, sum vil menna og skapa eitt gott og ríkt umhvørvi. Eisini fevna uppgávurnar um at fríðka uttanfyri stovnar, skúlar, sambýlir, kirkjugarðar v.m.

Arbeiðið fevnir um:
– Ábyrgd og røkt av verandi grønum økjum, fríøkjum eins og friðaðum økjum
– Skapa og evna nýggj øki
– Luttaka í øðrum fyrifallandi arbeiði og uppgávum
– Arbeiðið inniber nógvar ymiskar uppgávur á øllum økjum
Ynskiligt er, at tann, ið settur verður:
– Hevur útbúgving sum gartnari ella tilsvarandi útbúgving og royndir á økinum
– Gott yvirlit og góð samstarvsevni
– Hevur royndir við prosjektum, at skapa og útinna
– Kann arbeiða sjálvstøðugt og samskipa uppgávurnar saman við øðrum
– Góð evni at lurta og samskifta við fólk

Løn og setanartreytir: Gartnarin hevur tilvísing til rakstrarleiðaran í kommununi.
Starvið verður lønt og sett sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðgevarafelagið og avarandi yrkisfelag.

Umsókn, saman við CV, skal sendast til Eysturkommunu, Kulibakki 8, 520 Leirvík ella á eystur@eystur.fo,  og skal vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 31. mars 2017, kl. 12.00
Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Agnar Josephsen, rakstrarleiðara, tlf. 730026.