Frítíðaravloysarar til Nánd

Nánd, Heimatænastan søkir eftir frítíðaravloysarum frá 1. juni til 31. august 2020.
Talan er um størv innan hesar fakbólkar:
• Sjúkrarøktarfrøðingar
• Heilsurøktarar
• Heilsuhjálparar
• Køks- og vaskifólk
Um eingin við heilsufakligari útbúgving innan heilsuhjálparaøkið søkir, kunnu størvini setast av ófaklærdum. Til hesi størv skipar Nánd fyri upplæring.
Til størvini í heimatænstuni og eldrasambýlinum Gøtubrá, er neyðugt at umsøkjarin hevur koyrikort til persónbil.
Starvsøkið
Heimatænasta, eldrasambýlir, dagtilhald fyri minnisveik. Arbeitt verður í skiftandi vaktum og í vikuskiftum.
Setanar- og lønarviðurskifti
Størvini verða sett sambært sáttmála við avvarðandi fakfeløg.
Upplýsingar
Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Elsebeth V. Simonsen, deildarleiðara, tlf. 730232.
Umsókn
Skrivlig umsókn við avritum av prógvum skal sendast til nand@eystur.fo Umsóknir skulu vera okkum í hendi innan mikudagin 1 apríl kl. 12.00.

Upplýsingar um virksemi hjá Nánd er á heimasíðuni www.eysturkommuna.fo, NÁND