Back
Skrivað tann 4. februar 2019

Farloyvisstarv sum kostrøktarstarvsfólk – Eldrasambýlið Vesturstova

Farloyvisstarv sum kostrøktarstarvsfólk

Vit leita eftir einum dugnaligum og ábyrgdarfullum starvsfólki til køkin á eldrasambýlinum Vesturstovu, vegna barnsburðarfarloyvi.  Arbeiðið fevnir um at keypa inn, tilevna góðsku máltíðir til húsfólkini, umframt at halda køkin. Talan er um eitt starv á 32 t/viku. Í løtuni verður arbeitt aðru hvørja viku umframt nakrar vaktir í røktini.

 

Krøv til førleika/Vit vænta at tú:

  • Sært týdningin av at gera føðsluríkan og fjøltáttaðan mat til eldri fólk
  • Hevur hegni til at kveikja undir hugnaliga samveru og sært týdningin av hesum
  • Hevur førleika at fáa til vega góðar rávørur
  • Hevur ans fyri at fáa sum mest burturúr pengunum
  • Umsøkjari við køksfakligari útbúgving hevur fyrimun.

 

Vit kunnu bjóða:

  • Eitt framtakshugað arbeiðspláss, góðar arbeiðsumstøður og fjølbroyttar avbjóðingar.
  • Gott samstarv við onnur fakfólk.
  • Starvssetan og løn

Starvið hevur tilvísing til deildarleiðaran og verður at byrja 1. apríl 2019 ella eftir nærri avtalu. Starvið verður sett sambært sáttmála við avvarðandi fakfeløg.  Um tú ynskir fleiri upplýsingar, ert tú vælkomin at ringja til Elsebeth V. Simonsen, deildarleiðara á tlf. 730232.

 

Umsóknir

Umsóknir við prógvum, CV og øðrum, skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi  15. februar 2019

Umsóknirnar skulu sendast til: Nánd – Oyran 2 – 512 Norðragøta, ella á teldupost: nand@eystur.fo