ENDURLÝSING: Sálarfrøðingur til Barnaverndartænastuna í Eysturkommunu og Fuglafjarðar kommunu

Vegna ov fáar umsóknir verður starvið endurlýst. Fyri sálarfrøðing, ið fer í barnsburðarfarloyvi, søkir Barnaverndartænastan í Eysturkommunu og Fuglafjarðar kommunu eftir sálarfrøðingi í tíðarskeiðnum frá 1. mars 2021 til 30 juni 2022. Starvið er 30 tímar um vikuna.
Talan er um eitt avbjóðandi og spennandi starv á einum góðum arbeiðsplássi við góðum starvsfeløgum. Arbeiðið í Barnaverndartænastuni hevur til endamáls at tryggja, at børn og ung í aldrinum frá 0 til fylta 23. árið, sum liva undir viðurskiftum, ið kunnu skaða teirra heilsu og menning, fáa neyðuga hjálp og umsorgan í rættari tíð og at hjálpa teimum við at fáa ein tryggan uppvøkstur.

Arbeiðs- og ábyrgdarøki:
• At hava útgreinandi, stuðlandi og viðgerandi samrøður við børn og ung.
• At gera sálarfrøðiligar kanningar og metingar av børnum og ungum í mun til m.a. kensluligar, kognitivar, sosialar og eksekutivar førleikar.
• At veita familjum ráðgeving og viðgerð.
• At veita foreldrum, námsfrøðingum og lærararum ráðgeving.
• At veita starvsfólkum og samstarvsfeløgum persónliga og fakliga supervisión.
• At skipa fyri fyribyrgjandi tiltøkum í samráð við leiðaran.

Vit vænta at tú:
• ert ábyrgdarfull/ur, miðvís/ur og kanst arbeiða sjálvstøðugt.
• ert jalig/ur av lyndi og dugir at síggja loysnir fram um forðingar.
• hevur góð samstarvsevnir og ert fleksibul.
• ert tolin og rúmlig/ur av lyndi, samstundis sum tú megnar at siga frá og vera avgjørd/ur í verki.
• hevur eina jaliga menniskjafatan. • ert fús/fúsur til at royna nýggjar leiðir og tolir broytingar.

Førleikakrøv:
• Prógv sum cand. psych ella cand. pæd. psych.

Setanarviðurskifti: Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Akademikarafelag Føroya. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Inga Hansen, leiðara á telefon +298 23 80 56 ella á t-post: ingi@fuglafjordur.fo
Umsóknarfreist: Skrivlig umsókn, saman við viðmælum og upplýsingum um útbúgving, royndir og revsiváttan, skal vera
Barnaverndartænastuni í Eysturkommunu og Fuglafjarðar kommunu, Karvatoftir 4B, 530 Fuglafjørður, í hendi í seinasta lagi mánadagin tann 08. februar 2021.
Um neyðugt, tilskila vit okkum rætt til ongan av umsøkjarunum at velja.