Endurlýsing: Deildarleiðari til Nánd

Eitt spennandi starv sum deildarleiðari í Nánd í starvsbrøki 1,0 er leyst at søkja at byrja 1. november 2021 ella eftir avtalu. Deildarleiðarin gongur á odda at kveikja og menna starvsfólkini fyri at tryggja góða tænastu, røkt og umsorgan til borgarar við tørvi á hesum.

Um starvið

Deildarleiðarin kemur at hava dagligu leiðsluna av Heimatænastuni og eldrasambýlinum Giljagarði í Leirvík. Á Giljagarði eru 10 bú/umlættingarpláss og Heimatænastan umfatar heimahjálp og heimasjúkrarøkt í dag- og kvøldtímum og tilkallivakt hjá heimasjúkrarøktarfrøðingum í náttartímum.

Tú verður ein partur av leiðslutoyminum og upptøkunevndini hjá Nánd. Tú kemur at hava fakligu-, starvsfólka- og fíggjarligu ábyrgdina av tínum øki. Tú hevur góðar sparringsmøguleikar í leiðslutoyminum umframt ein kliniskan sjúkrarøktarfrøðing, ið tryggjar og samskipar røktina.

Førleikakrøv:

  • prógv og autorisatión sum sjúkrarøktarfrøðingur
  • áhuga í leiðslu 
  • áhuga í eldri borgarum 
  • jaligan hugburð, ert ágrýtin og savnandi 
  • áræði og megnar truplar støður
  • evnir at lurta eftir starvsfólkum, búfólkum, borgarum og avvarðandi og samstundis torir at taka avgerðir

Tað kann vera ein fyrimunur, um tú hevur royndir og/ella útbúgving innan leiðslu 

Setanar- og lønarviðurskifti

Tann, sum sett/ur verður, hevur tilvísing til leiðaran og tekur við starvinum tann 1. november 2021 ella eftir avtalu. Starvið verður at seta sambært sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið. 

Áhugað kunnu fáa meira at vita um starvið við at venda sær til Poulu Reinert-Petersen, leiðara, tlf. 730204 og teldupost poula@eystur.fo

Umsókn

Umsókn saman við prógvi, tílvísingum v.m. skulu sendast til: poula@eystur.fo og skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 22. september 2021. 


Nánd ynskir at stuðla undir lívsgóðsku, sjálvbjargni og heilsufremjan hjá borgarunum. Um tu hevur áhuga og førleika at leiða í tráð við hesar visjónir, gleða vit okkum at fáa eina umsókn frá tær.

Eysturkommuna og Fuglafjarðar kommuna hava skipað javnbjóðis samstarv, og dagliga umsitingin hjá Nánd er partur av umsitingini hjá Eysturkommunu. Samstarvið rekur trý heim, eitt dagtilhald fyri fólk við demenssjúku og eina deild, ið tekur sær av heima- og sjúkrarøkt og endurvenjing. Sí meira um Nánd, missión, visjón og virðir á www.eysturkommuna.fo

Search by