Back

Mold

Eyr- og moldgoymslan í Eysturkommunu er í grótbrotinum í Syðrugøtu. Á hesari goymslunu kunnu beinast burtur størri nøgdir av eyri og mold. Plastposar við eyri og mold skulu ikki á hesa goymsluna.

Greinar og trø frá urtagørðum, skulu leggjast á avmerkt økið, sunnast í grótbrotinum í Norðragøtu.

Gras, plasteskjur frá pottum, órudd og minni nøgdir av eyri og mold v.m. frá urtagørðum skal á bingjuplássið í Norðragøtu.

Tað er ikki loyvt øðrum enn borgarum í Eysturkommunu, at beina burtur mold og eyr v.m. á moldgoymsluna í Syðrugøtu.